top of page

Anna Eystberg Hofgaard

Vertur, borðstjóri, undirhald

Leita tit eftir onkrum, ið kann binda tiltakið saman, stýra veitsluni ella skapa eina óloymandi løtu fyri bæði børn og vaksin?

​

Anna Eystberg Hofgaard bjóðar seg fram sum vert og borðstjóri til ymisk tiltøk, og nú eisini við serstøkum undirhaldi, ið verður tillagað eftir tykkara ynskjum og tørvi.

​

Anna bjóðar seg fram sum:

​

  • Borðstjóri og vertur: Anna tryggjar eina lívliga og trygga veitslustýring, har skráin heldur, og gestirnir kenna seg vælkomnar frá byrjan til enda.

  • Barnaføðingardagar: Stuttlig spøl, spennandi skattaveiðir og felags virksemi, sum fáa smílini fram hjá teimum smáu.

  • Polterabend: Frísklig, stuttlig og øðrvísi spøl, har høvuðspersónurin og felagsskapurin eru í miðdeplinum.

  • Starvsfólkadagar og teambuilding: Virksemi og innsløg, ið hava fokus á at styrkja samanhaldið, bróta ísin og kveikja láturin tvørtur um toymið.

​​

Set teg í samband við okkum, so finna vit í felag eina loysn, ið passar akkurát til títt tiltak.

 

Send fyrispurning

Anna.jpg
  • Facebook

©2026 undirhald.fo

bottom of page